HK fer í rættin við Vága floghavn

12.11.2021 - 11:22
Innlendis›Samfelag
HK fer í rættin við Vága floghavn
Danska fakfelagið krevur, at floghavnin skal rinda 25 starvsfólkum løn
HK fer nú rættin við leiðsluni í Vága floghavn fyri 25 starvsfólk á flogvøllinum, sum eru limir í HK.

Danska fakfelagið HK fer nú í Føroya rætt við Vága floghavn.

HK krevur, at Vága floghavn rindar 25 starvsfólkum, sum eru limir í felagnum, ta løn, ið fakfelagið metir, at starvsfólkini hava rætt til, tá ið tey vórðu send til hús, eftir at korona rakti í fjør.

Í vikuni kom fram, at Vága floghavn hevði rindað tveimum starvsfólkum, sum vóru limir í Starvsfelagnum, munin millum ALS-peningin, tey høvdu fingið útgoldið í fjør, tá ið landið læt aftur vegna koronu-farstóttina, og tað, sum sáttmálin segði, at starvsfólkini áttu at fáa í løn.

Sigmund Poulsen, advokatur hjá Starvsfelagnum, sigur, at hetta málið var á veg í rættin.

Nú fer HK í rættin fyri 25 limir, sum starvast í Vága floghavn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391