Breddin: Koronutilmæli ella lógarheimild

Breddin: Koronutilmæli ella lógarheimild
Sendingin viðger í dag spurningin um tiltøk móti koronu, sum ikki hava lógarheimild
Løgtingsmenninir og løgfrøðingarnir, Christian Andreasen og Aksel V. Johannesen, vera í Breddanum fyrrapartin.
 
16.11.2021 - 08:58

Tað byrjaði á grækarismessu í fjør, tá Føroyar fóru niður í ferð. Ókenda koronusmittan loypti ótta á allan heimin, og tað skuldi berast skjótt at at steingja samfelagið.

Nú er meira enn hálvtannað ár síðani, og fleiri ferðir eru tiltøk sett í verk, sum raka gerandisdagin hjá privatfólki og vinnurekandi.

Men øll tiltøk eru sett í verk við tilmælum og ikki við lóg.

Búskapar og Løgfrøðingafelagið sigur, at hetta gongur út yvir álitið á rættarsamfelagið, sum eigur at vera skipað við lóg.

Tingmenninir, Christian Andreasen og Aksel Johannesen, sum báðir eru løgfrøðingar, umrøða málið í útvarpsstovuni.

Vit hoyra eisini fólkatingsmannin, Sjúrð Skaale, greiða frá, hvussu tey í Danmark hava skipað øll tiltøk við lógum, og at enda spyrja vit løgmann, hví hann heldur fram við leistinum at seta tiltøk í verk við tilmælum, sum ikki hava nakra lógarheimild.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847