Landslæknin: Falstíðindi um koppingarevni

16.11.2021 - 14:37
Innlendis›Heilsa
Landslæknin: Falstíðindi um koppingarevni
Nøkur koppingarevni er tikin aftur, tí ivi var reistur um tey
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at nóg mistrúgv og falstíðindi eru um koppingarevni, sum neyðugt er at vísa aftur.

Um vikuskiftið sendu landslæknin og landsapotekarin fjølmiðlum felags fráboðan, um at koronukoppsetingin er trygg.

- Vit síggja, at mistrúgv og falstíðindi um koppingarevni fyri COVID-19 blómar á sosialu miðlunum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann heldur, at tað er neyðugt, at heilsumyndugleikin staðiliga vísir falstíðindunum aftur.

Nøkur koppingarevni eru farin av marknaðinum aftur, tí ivi var reistur um tey.

Men á okkara leiðum verða nú bara koppingarevnini hjá Pfizer/BioNtTech og Moderna brúkt, og tey hava bæði fingið endaliga góðkenning frá amerikanska og evropeiska heilivágsmyndugleikanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053