Magnus Heinason eitur nú Mito

Magnus Heinason eitur nú Mito
Gamla havrannsóknarskipið skal umbyggjast til at sigla við ferðafólki í Adriahavinum
Magnus Heinason eitur nú Mito, og er á veg til Kroatia.
Mynd: Havstovan  
 
17.11.2021 - 13:41

Gamla havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, sum er seldur til Kroatia, eitur nú Mito, og hann fór úr Føroyum í morgun, skrivar Havstovan. 

Eitt felag í Kroatia hevur keypt Magnus Heinason fyri 1,1 milliónir krónur. Hann skal umbyggjast í Kroatia at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum.

Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru, hvussu tólini umborð verða brúkt, og í morgun legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862