Uttanhýsis ráðgevi kann ikki vera dátuverndarfólk

Uttanhýsis ráðgevi kann ikki vera dátuverndarfólk
Dáturáðið heldur, at áhugamál kunnu stríða móti hvør øðrum í slíkum málum
Dáturáðið ávarar móti, at uttanhýsis ráðgevi, sum er dátuviðgeri fyri ein stovn, samstundis er dáturverndarfólk fyri stovnin.
Mynd: Savnsmynd  
 
17.11.2021 - 14:15

Ein uttanhýsis ráðgevi, sum er dátuviðgeri fyri ein stovn, kann samstundis ikki vera dátuverndarfólk fyri stovnin.

Tað boðar Dáturáðið frá.

Dáturáðið metir, at áhugamálsstríð kann standast ímillum uppgávuna sum dátuverndarfólk og starvið hjá fyritøkuni, sum veitir KT-skipan, ið viðger persónupplýsingar. 

Hetta kann t.d. vera, um dátuverndarfólkið skal ráðgeva um broytingar í KT-skipanini, um útskifting av KT-skipan, um at skifta veitara ella annað viðkomandi. 

Í hesum førum skal dátuverndarfólkið veita ráðgeving um møguligar neyðugar broytingar í skipanini, samstundis sum viðkomandi arbeiðir fyri fyritøkuna, sum skal gera broytingarnar, og sum fær fíggjarligan ágóða av hesum.

Sambært dátuverndarlógini kunnu dátuverndarfólk hava aðrar uppgávur og skyldur. Dátuábyrgdarin skal tó tryggja, at slíkar uppgávur og skyldur ikki hava við sær áhugamálsstríð.

Niðurstøðan er, at tað er í stríð við dátuverndarlógina at tilnevna starvsfólk hjá dátuviðgera - í teimum førum fyritøkan veitir skipanir o.tíl., sum viðgera persónupplýsingar - sum dátuverndarfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439