Koyrdi inn í jólaskrúðgongu í Wisconsin

Koyrdi inn í jólaskrúðgongu í Wisconsin
Løgreglan veit ikki at siga enn, um talan var um eina yvirgangsatsókn
Maðurin, sum koyrdi bilin inn í mannamúgvuna, er tikin, men løgreglan veit ikki enn, um talan er um eina yvirgangsatsókn.
Mynd: RitzauScanpix  
 
22.11.2021 - 09:30

Í minsta lagi fimm fólk lótu lív og 40 fingu skaða, av teimum 12 børn, tá ein bilur við nógvari ferð koyrdi inn í eina mannamúgvu í sambandi við eina jólaskrúðgongu í Waukesha í amerikanska statinum, Wisconsin, seinnapartin í gjár.

Løgreglan royndi at steðga bilinum við skotum.

Maðurin, sum koyrdi bilin, er handtikin, og hald er lagt á bilin, men løgreglan kann ikki siga enn, um talan var um yvirgangsatsókn.

Talan var um árligu jólaskrúðgonguna, sum er sunnudagin undan Thanksgiving. 

11 vaksin og 12 børn vórðu flutt á sjúkrahús.

Skúlar í Waukesha eru stongdir í dag.


(Mynd. RitzauScanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558