Brúkaraumboðið: Black Friday er ofta villleiðandi og ólógligt

Brúkaraumboðið: Black Friday er ofta villleiðandi og ólógligt
Undanprísirnir skulu vera sannir, sigur Brúkaraumboðið, nú Black Friday aftur er á skránni
Aftur í ár ávarar Brúkaraumboðið um Black Friday, ið kann vera villleiðandi og ólógligt
Mynd: Shutterstock.com  
 
23.11.2021 - 07:12

Aftur í ár ger Brúkaraumboðið vart við seg í samband við útsøludagin Black Friday.

Útsøla skal vera útsøla, eisini Black Friday, er boðskapurin hjá Brúkaraumboðnum.

Útsølumarknaðarføring við ongum veruligum undanprísum ikki bara ørkymlar brúkarar, tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og tí ólóglig.

 

Undanprísirnir skulu vera sannir

November er stórur útsølumánaður, og lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi keyparum at gera kvettið,  um átøkini halda tað, tey lova, sigur Brúkaraumboðið.

Undanprísir skulu vera sannir. 

Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan útsøluni verða settur á, og vøran skal í royndum vera seld fyri tann prísin.

 

Villleiðandi og ólógligt

Útsølumarknaðarføring, sum ikki hevur rættar undanprísir, ger tað ikki bara trupult hjá fólki at gera kvettið. 

Tílík marknaðarføring kann eisini vera villleiðandi og ólóglig. 

Tá mett verður, um marknaðarføringin er ólóglig, verður dentur lagdur á, at fólk skal heilt greitt vita, um vøra er á útsølu ella ei, sigur Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489