Samráðast aftur í morgin og hósdagin

Samráðast aftur í morgin og hósdagin
Starvsfelagið, Lønardeildin og Kommunala arbeiðsgevarafelagið samráðast enn um nýggjan sáttmála
 
23.11.2021 - 11:01

Samráðingarnar millum Starvsfelagið og Lønardeildina og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála fyri tann, sum var til 1.oktober, eru ikki lidnar enn.

Fundir vera í morgin og hósdagin.  

Lønardeildin hevur heldur ikki gjørt nýggjar sáttmálar við nøkur feløg, sum høvdu sáttmálar til 1.oktober í fjør. 

Talan er um ergoterapeutar og fysioterapeutar, sum samráðast saman, Kost og føðslufelagið og ljósmøður.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava samráðingarfund nú fyrrapartin. Tann sáttmálin var eisini til 1.oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265