Unnustan hjá Epstein skal nú fyri rættin

Unnustan hjá Epstein skal nú fyri rættin
Ghislaine Maxwell, sum er ákærd fyri at hava verið partur av ólógligum menniskjahandli saman við Jeffrey Epstein, skal fyri rættin mánadagin
Mynd: Bryan R. Smith/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.11.2021 - 15:40

Nú byrjar rættarmálið móti Ghislaine Maxwell, sum var unnustan hjá Jeffrey Epstein, sála. 

Maxwell er skuldsett í seks ákærum, sum snúgva seg um kynsliga misnýtslu av gentum í tannárunum.

59 ára gamla Maxwell sigur seg vera óseka í øllum seks ákærunum, um at hava verið partur av kynsligari misnýtslu av ungum gentum niður í 14 ár, saman við amerikanska milliarderinum, Jeffrey Epstein, sála.

 

Lokkaði gentur til kynsligt samband

Hon er millum annað ákærd fyri at hava lokkað ómyndugar gentur til at hava ólógligt kynsligt samband, at lokka ungar gentur at ferðast, fyri at taka lut í hesum sambandi, og at hava handlað við menniskjum við ólógligum kynsligum sambandi fyri eyga.

Í minsta lagi fýra gentur, sum verða nevndar ómyndug offur, eru við at leggja sak móti Ghislaine Maxwell, og allarhelst fara fleiri enn tær at vitna í málinum.

Epstein seg av døgum, meðan hann sat fongsli í 2019 og bíðaði eftir rættarmáli.

Brotsverkini, sum Maxwell er ákærd fyri, hendu millum 1994 og 2004, sambært ákærum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497