Barbados hátíðarhelt sína nýggju støðu sum lýðveldi

Barbados hátíðarhelt sína nýggju støðu sum lýðveldi
Barbados er nú eitt lýðveldið og Elisabeth drotning í Bretlandi er ikki longur ovasti í Barbados. Tað gjørdist formliga greitt á hátíðarhaldi í Bridgetown í gjárkvøldið
Royal Standard flaggið tikið niður og faldað fyri seinastu ferð í Barbados, sum nú er eitt lýðveldi
Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.11.2021 - 10:29

Sandra Mason er nú forseti í Barbados.

Hon tók formliga við embætinum í stórum hátíðarhaldi í nátt, sum eisini var 55 ára sjálvstýrisdagurin hjá Barbados.

Barbados

Frítekst tagging: 

Charles, bretskur prinsur av Wales luttók til tiltakið. Sum ein partur av hátíðarhaldinum var ein seinasta heilsan latin bretska kongshúsinum, og síðani var Royal Standard flaggið tikið niður. 

Charles prinsur segði í røðu síni, at hann framvegis sær trærir millum londini bæði, og at hann sær seg sjálvan sum vin av tjóðini.

Sandra Mason er 72 ár, hon er nú forseti í landinum. 

Barbados, lýðveldi

Frítekst tagging: 

Heimskenda tónlistakvinnan, Rihanna, luttók eisini í stóra hátíðarhaldinum fyri lýðveldinum Barbados í Heroes Square í Bridgetown. 

Barbados, Rhianna

Frítekst tagging: 

Hátíðarhaldið í Heroes Square í Bridgetown var líka litríkt sum nýggja lýðveldið, Barbados. 

Barbados

Frítekst tagging: 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533