VIDEO: Sebastian Pingel sendi tey hvítu í dreymaland

VIDEO: Sebastian Pingel sendi tey hvítu í dreymaland
Sebastian Pingel skeyt tvey mál og Mathias Thrane eitt í 3-0 sigrinum á Víkingi, sum tryggjaði B36 sína fyrstu steypafinalu síðan 2018
30.11.2021 - 11:58

Sebastian Pingel var stóra hetjan, tá B36 tryggjaði sær steypafinalupláss eftir 3-0 heimasigur á Víkingi.

Framherjin, sum spældi at siga skaddur, skeyt tvey mál - tað fyrsta og tað triðja - og átti harvið høvuðsleiklutin á Tórsvølli.

B36 legði seg á odda longu í sjeynda minutti, tá Sebastian Pingel fekk høvdið á eitt horna úr vinstru síðu. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Mathias Thrane eftir gott uppspæl høgrumegin.

Víkingur royndi, men var eitt sindur við síðuna av sær sjálvum. Sølvi Vatnhamar og Andreas Lava Olsen fingu bestu kjansirnar eftir steðgin, men meðan teir misnýttu, tók Sebastian Pingel av.

Hannes Agnarsson sendi framherjan avstað, og hann slapp framvið Bárði á Reynatrøð, áðrenn hann sendi bóltin í netið úr spískum. 

B36 skal spæla ímóti NSÍ í finaluni leygardagin. Tað verður ein dystur um bæði steyp og evropafótbólt næsta ár.

B36-Víkingur, 3-0 (samanlagt 3-1)
1-0 Sebastian Pingel, 7 min.
2-0 Mathias Thrane, 26 min.
3-0 Sebastian Pingel, 82 min.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776