Arbeiðsloysið farið niður um eitt prosent

Arbeiðsloysið farið niður um eitt prosent
Í morgun eru 192 fólk arbeiðsleys, og 369 eru í fiskavirkisskipanini
Arbeiði er til allar hendur. Í september fór arbeiðsloysið niður um eitt prosent.
Mynd: Savnsmynd  
 
01.12.2021 - 08:49

Arbeiðsloysið fór niður um eitt prosent í september, tað var 0,9 prosent, sum svara til 265 fulltíðararbeiðsleys. 

Í september í fjør var arbeiðsloysið 1,4 prosent.

Í september í ár var arbeiðsloysið 0,9 prosent bæði hjá monnum og hjá kvinnum. 

Í september í fjør var arbeiðsloysið 1,2 prosent hjá monnum og 1,6 prosent hjá kvinnum.

192 fólk arbeiðsleys

Í morgun eru 192 skrásett at vera arbeiðsleys á heimasíðuni hjá ALS, 369 fólk eru í fiskavirkisskipanini.

94 starvslýsingar eru eisini á heimasíðuni.

Í september vóru 15,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys, tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. 

Í september í fjør vóru 9,9 prosent langtíðararbeiðsleys.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928