Koronutilburðir í Danmark seta met

Koronutilburðir í Danmark seta met
5.120 fólk vóru staðfest smittað í gjár, og tað er tað mesta higartil
5.120 fólk vóru staðfest smittað í Danmark í gjár.
 
01.12.2021 - 14:25

Koronutilburðirnir í Danmark seta met.

5.120 fólk vóru staðfest smittað í gjár, og tað er tað mesta higartil. Metið undan hesum var sett í desember í fjør, tá góð 4.500 fólk vóru smittað í eitt samdøgur.

Samlaða støðan er tó munandi øðrvísi nú, enn tá undanfarna metið var sett.

Talið á fólkum, sum eru innløgd fyri ella við koronu, er nú millum 400 og 500 fólk. Fyri einum ári síðani var talið á innløgdum 700, men um ársskiftið vóru 1.000 fólk innløgd við koronu.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað til tíðindafund um koronustøðuna kl.17 føroyska tíð.

Tá fer stjórnin at kunna um, at koppsetingarátakið verður økt, og eggja verður fólki til at fáa 2. og 3. prikið.

Stjórnin fer eisini at kunna um tað seinasta um nýggja omikron-frábrigdi, skrivar danska kringvarpið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329