Mæla til at skerja toskaveiðuna 65 prosent næsta ár

Mæla til at skerja toskaveiðuna 65 prosent næsta ár
ICES hevur kunngjørt tilmælini fyri høvuðsfiskastovnarnar undir Føroyum næsta ár
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum.
 
01.12.2021 - 15:08

ICES mælir til at skerja toskaveiðuna undir Føroyum 65 prosent næsta ár, niður í 2.206 tons, skrivar Havstovan.

Altjóða havrannsóknarstovnurin mælir eisini til at skerja hýsuveiðuna niður í 8.639 tons, ella 24 prosent samanborið við tilmælið fyri í ár.

Hinvegin heldur ICES tað vera ráðiligt at fiska 37.444 tons av upsa næsta ár, sum eru 37 prosent meira enn í ár.

 

Toskurin illa fyri

Toskastovnurin á landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004.

Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstøddina av gýtingarstovninum, men síðani 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki.

Hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018, og hevur verið í vøkstri síðan. 

Upsastovnurin er toluliga væl fyri, og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har neyðugt er við verjutiltøkum, sigur ICES.

 

Daprar stovnsmetingar

Stovnsmetingarnar fyri tosk og hýsu, serliga framskrivingarnar, hava verið daprari tey síðstu tvey árini, enn tær vóru frammanundan.

Vánalig føðiviðurskifti í havinum síðani 2018 og meiri natúrligur deyði eru mett at vera orsøkir til, at stovnarnir ikki eru vaksnir so nógv sum væntað.

Stovnsmetingin fyri upsa hevur eisini í mong ár verið daprari enn tað, sum var mett árini frammanundan, tí nøgdin av smáum upsa hevur verið at sæð aftur í upsastovninum sum stórur upsi seinni, skrivar Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472