- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frætt og fregnað
"Frætt og fregnað" var fyrstu ferð í sjónvarpinum 28. februar 1999.
Sendingin "Frætt og fregnað" vendir sær til bæði ung og gomul. Fýra evni eru hvørja ferð ymsastaðni úr landinum. Talan er um evni vit ikki hoyra um í dagliga kjakinum. Kortini eru tey av stórum týdningi í føroyska gerandisdegnum. "Frætt og fregnað"-liðið hevur sín egna bil og við honum fara tey saman við hyggjaranum úr einum stað í annað, og frá einum evni til annað. Tey fýra evnini í fyrstu sendingini eru úr fimm ymsum oyggjum. Vertirnir í "Frætt & Fregnað" eru Zacharias Hammer og Tórður Mikkelsen. Fotografur er Jógvan Eli Dam, sum í hesi fyrstu sendingini hevur Bjørg Mohr aftrat sær.
Frætt og fregnað
Sending úr savninum, sum var sent í fýra umførum: 1999, 2010, 2011 og 2012.
Frætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum. Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyri sermerktum og serligum hendingum. Dentur verður lagdur á tað myndaliga, har forvitnið er drívmegin, og nærumhvørvið er styrkin.