Advokatur: Best er at gera keypsavtalu frammanundan

03.12.2021 - 14:30
InnlendisSamfelag
Advokatur: Best er at gera keypsavtalu frammanundan
Íbúðir á Fløtum í Havn eru dýrkaðar millum 300.000 og 600.000 kr.
Nakrar av íbúðunum á Fløtum eru dýrkaðar millum 300.000 og 600.000 kr.

Fyri hálvum øðrum ári síðani kundu fólk skriva seg á ein lista hjá meklarafyritøkuni Skyn til eina av íbúðunum á Fløtum, sum vóru í gerð.

Og í vikuni kom bræv til fólk á listanum við tilboði um at keypa eina av íbúðunum. Tey fáa seks dagar at gera av, um tey vilja keypa.

Skyn sigur eisini, at boðini eru send 80 fólkum á bíðilistanum. Verður ikki tikið av tilboðnum beinanvegin, verður farið víðari til næsta fólk á bíðilistanum.

Íbúðirnar eru dýrkaðar millum 300.000 og 600.000 kr.

Einasti máti hjá keypara at tryggja seg ímóti príshækkingum, er at skriva undir keypsavtalu, áðrenn ein tílík verkætlan fer í gongd, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Jóan Petur Vang, sum stendur fyri íbúðarbyggingini á Fløtum, sigur, at orsøkin til príshækkingina er, at tilfarið er dýrkað, og at arbeiðið er seinkað.

Jóan Petur Vang byggir íbúðirnar á Fløtum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Íbúðarbyggingin á Fløtum var annað evni í Breddanum fyrrapartin. Hoyr sendingina her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358