VIDEO: Bjarni og Hannes gevast í B36 eftir steypafinaluna

VIDEO: Bjarni og Hannes gevast í B36 eftir steypafinaluna
STEYPAFINALAN: Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson eru uppvaksnir í B36, men steypafinalan verður fyribils seinastu dysturin hjá báðum fyri B36
Ragnar A. Jacobsen
Tveir av profilunum í B36 seinastu árini, Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson, gevast í felagnum eftir steypafinaluna
04.12.2021 - 12:01

"Eg kundi ikki ynskt mær ein betri máta at siga farvæl við B36 enn at spæla eina steypafinalu."

Tað sigur Hannes Agnarsson, sum nú gevst í B36, tí hann fer niður í lestrarørindum.  

"B36 hevur ótrúliga nógv at siga fyri meg, tí eg eri uppvaksin í felagnum," sigur Hannes Agnarsson, sum skoraði í steypafinaluni í 2018, sum B36 vann móti HB. 

Bjarni Petersen spældi eisini við í minniligu finaluni í 2018, og hann gevst nú eisini í felagnum. 

"Tað er tungt at siga farvæl, men eg veit ikki, hvussu leingi eg sigi farvæl," staðfestir Bjarni Petersen. 

3-2 hevur hitt teir báðir til eitt prát um steypafinaluna. 

 

>>Síggja aftur, hvussu B36 tryggjaði sær finaluplássið móti Víkingi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604