Mugu skapa góðar skíggjavanar

Mugu skapa góðar skíggjavanar
Tað er umráðandi at fáa góðar skíggjavanar so tíðliga, sum til ber. Tað sigur Fólkaheilsuráðið í nýggjum faldara um almenn skíggjaráð
03.12.2021 - 19:54

Telefonir og skíggjar fylla nógv í huganum hjá teimum ungu.

Fólkaheilsuráðið kemur nú við nýggjum almennum skíggjaráðum, ið snúgva seg um, hvussu ein minkar um skíggjanýtslu hjá børnum og ungum. Millum annað mæla tey til at bíða við at geva barninum telefon við netsambandi, til tað er í minsta lagi 14 ára gamalt og einans at brúka skíggjar í felagsrúmi, til barnið er 14 ára gamalt. 

Hoyr næmingar í 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt greiða frá, hvussu skíggjar ávirka teirra gerandisdag og skúlalív.

Gitte Klein, lærari og sálarfrøðingur, vitjar í sjónvarpsstovuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV