Avstralia: Skógareldur og vatnflóð í senn

Avstralia: Skógareldur og vatnflóð í senn
Seinastu vikurnar er hitin komin upp í 40 stig, og ógvusligur turkur er fram við vesturstrondini
Í einum parti av Avstralia herjar skógaeldur, og í einum øðrum parti av landinum er vatnflóð.
Mynd: RitzauScanpix  
 
10.12.2021 - 10:44

Í Avstralia stríðast myndugleikarnir nú við tveimum náttúruvanlukkum í senn í hvør sínum enda av landinum. 

Har vesturi í Avstralia eru ógvisligirskógareldar,  og í eystara parti er glopraregn og vatnflóð.

Seinastu vikurnar er hitin komin upp í 40 stig, og ógvisligur turkur er fram við vesturstrondini.

Stór øki standa í ljósum loga, men fyribils er eingin fráboðan komin um fólkaskaða, ella at hús eru brunnin í grund.

Mesta avfallið í 122 ár

Í eystara parti av landinum hevur glopraregn verið í langa tíð, og tað hevur elvt til trupulleikar. 

Sambært veðurfrøðingum, hevur tað ongantíð regnað so nógv í 122 ár.

Nú er vatnflóð nógva staðni í New South Wales, og í økinum við Sydney vísa mátingar 21 sentimetrar avfall seinasta samdøgrið.

Veðurlagsbroytingarnar hava havt við sær, at veðrið er versnað í Avstralia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852