Høgir leigukostnaðir seta fólk í fátækraváða

12.12.2021 - 16:11
Innlendis›Samfelag
Høgir leigukostnaðir seta fólk í fátækraváða
Alsamt fleiri, ið hava eina inntøku oman fyri fátækramarkið, men sum kortini hava lítlan og ongan tøkupening eftir at liva fyri, søkja um jólahjálp

Í kvøld kl. 19.00 verður árliga jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata Í Menniskjum Góður Tokki. Konsertin verður víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og innkomni peningurin fer til jólagávur til børn, sum liva undir trongum fíggjarligum korum.

Aftur í ár hava tey, sum hava tað tungt fíggjarliga, havt møguleika at søkja um jólahjálp. Ein nýggj gongd er at síggja í umsóknunum. Hóast fleiri av umsøkjarunum ikki liggja undir fátækramarkinum í lønarinntøkum, hava tey lítið eftir at liva fyri hvønn mánað, tí húsaleigan fer avstað við stórum parti av inntøkuni.

Tað sigur Djóni Eidesgaard, sum er aðalskrivari í Barnabata. Hoyr hann greiða frá.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286