Avgerandi tingfundur í dag

Avgerandi tingfundur í dag
Atkvøtt verður um uppskotini um sammóður á tingfundinum, sum byrjar klokkan 13
Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur gjørt greitt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum um sammøður. Her er hann á veg á fund í valfelagnum Føroya Væl fríggjakvøldið, har politiska støðan var viðgjørd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2021 - 10:58

Tingfundurin seinnapartin í dag er tann mest avgerandi í hesari tingsetuni. 

Tí tá fer tingið at atkvøða um uppskotini um sammóður.

Tingfólk í andstøðuni eiga tey trý uppskotini.

Samgonguflokkarnir eru samdir um bara at gera lógarbroytingar, um semja er millum samgonguflokkarnar.

Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur sagt, at hann fer at atkvøða fyri uppskotunum.

Atkvøða samgongufólk fyri, fer Miðflokkurin úr samgonguni, hevur flokkurin boðað frá.

Tingfundurin í dag byrjar klokkan 13.

Miðflokkurin hevur sagt, at atkvøða samgongufólk fyri uppskotunum um sammróður, er samgongan fokin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650