Tekniski skúli í Klaksvík byggjast út

Tekniski skúli í Klaksvík byggjast út
Fyritøkur kunnu nú biðja um at verða undangóðkendar at veita høvuðsráðgeving í sambandi við byggingina
Tekniski skúli í Klaksvík hevur brúk fyri einum savningarstaði til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk.
 
14.12.2021 - 09:08

Landsverk hevur biðið fyritøkur, sum vilja veita høvuðsráðgeving í sambandi við nýbygging, umbygging og samanbygging av samkomuhøll til Tekniska skúla í Klaksvík, um at søkja um undangóðkenning. 

Freistin at søkja um undangóðkenning er til 4.januar 2022 kl.14.00.

Tekniski skúli í Klaksvík hevur brúk fyri einum savningarstaði til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk, sum eru vanlig og umráðandi í einum nútímans skúla.

Óbrúkt játtan verður flutt

Í fíggjarlógini fyri í ár vóru fyrst 2,2 mió. kr. til at fyrireika og projektera aulu í Tekniska skúla. Tann játtanin var minkað niður í 1,2 milliónir í vár.

Byggiskráin er liðug, og prosjekteringin heldur fram í 2022.

Eingin játtan er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2022. Men pengar, sum ikki eru brúktir í ár, verða fluttir til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809