Óbroytt fiskiveiðiavtala við Ísland næsta ár

Óbroytt fiskiveiðiavtala við Ísland næsta ár
Føroysk skip kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi, og íslendsk skip kunnu fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi
Polarstjørnan er eitt av línuskipunum. Botnfiskakvotan í íslendskum sjógvi næsta ár verður óbroytt, 5.000 tons.
 
14.12.2021 - 09:47

Føroyar og Ísland hava gjørt semju um eina fiskiveiðiavtalu fyri 2022, sum er á sama stigi sum í ár.

Avtalan ber í sær, at føroysk skip kunnu fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi, og íslendsk skip kunnu fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður óbroytt, 5.600 tons. Av hesum kunnu vera 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður fimm prosent av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, tó í mesta lagi 30.000 tons.

Avtalað er, at atgongdin at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Íslendingar fáa 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, sum er tað sama sum undanfarin ár. 

Fegnast um avtaluna

- Fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Ísland hevur týdning fyri báðar partar, og eg fegnist um, at vit hava fingið eina loysn, ið skapar áhaldandi støðug viðurskifti millum londini og hjá vinnuni, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.

Føroyski fiskiskapurin í íslendskum sjógvi verður skipaður sambært føroyskum kunngerðum, ið verða lýstar um ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870