Leita enn eftir sjómanni

Leita enn eftir sjómanni
Tveir menn á øðrum skipinum, sum stoytti saman, eru skuldsettir fyri m.a. rúsdrekkasigling
Danska skipið Karin Høj holvdist eftir samanstoytin millum Bornholm og Ystrad í gjáramorgunin.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.12.2021 - 12:59

Ein sjómaður er framvegis ikki komin afturíaftur, eftir at tvey skip stoyttu saman millum Bornholm og Ystad tíðliga gjáramorgunin. 

Tveir sjómenn vóru eftirlýstir eftir samanstoytin. Annar er funnin aftur, men hann var ikki á lívi. 

Tað er kalt á leiðini, og sjóhitin liggur um fýra stig. Tí eru ongar vónir um at finna hin mannin á lívi.  

Tað var um hálvgum fimm gjáramorgunin, at bretska skipið Scott Carrier rendi á danska skipið Karin Høj, sum holvdist.

Tveir menn á Scott Carrier, ein breti og ein kroati, eru skuldsettir fyri trý lógarbrot. Eitt er fyri rúsdrekkasigling. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744