Stuðulskonsertin gav góðar 880.000 kr.

Stuðulskonsertin gav góðar 880.000 kr.
260 umsóknir um jólahjálp eru í ár komnar inn til Barnabata, og tilsamans fáa 550 børn jólahjálp
Frá stuðulskonsertini, sum gav góðar 880.000 krónur.
 
14.12.2021 - 16:04

Stuðulskonsertin í sjónvarpinum sunnukvøldið til frama fyri jólahjálp til barnafamiljur í fátækraváða, sum Barnabati skipaði fyri, gav góðar 880.000 kr, upplýsir Barnabati í dag.

Harumframt hevur Stephanie Trónd Larsdóttir latið Barnabata góðar 117.000 kr., sum vóru savnaðar inn á loppumarknaði í heyst til frama fyri "Í menniskjum góður tokki."

Og eins og undanfarin ár, stuðlar Reyði Krossur Føroya átakið hjá Barnabata við 1.000 kr. fyri hvørja umsókn.

260 umsóknir um jólahjálp eru  komnar til Barnabata í ár, og tilsamans fáa 550 børn jólahjálp.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028