Risabót til danska reiðara fyri at svika við kvotum

Risabót til danska reiðara fyri at svika við kvotum
Danski reiðarin Henning Kjeldsen er í dag dømdur 54 mió. krónur í bót, fyri at hava svikað við fiskiveiðikvotum
Henning Kjeldsen varð dømdur risabót fyri at svika við kvotum
Mynd: Berlingske  
 
17.12.2021 - 12:32

Rætturin í Holstebro hevur í dag dømt danska reiðaran Henning Kjeldsen 54 mió. krónur í bóti, fyri at hava svikað við fiskiveiðikvotum.

Aftrat hesum verður hald lagt á 64 mió. úr einum av feløgunum hjá Henning Kjeldsen, og somuleiðis verður hald lagt á vinningsbýti fyri meir enn 160 mió.

 

Snúgvaði sær undan anti-trust

Málið, sum hevur koyrt í rættinum síðani í fjør vár, snýr seg um, at Henning Kjeldsen millum 2013 og 2019 skal hava svikað við kvotum, við at snúgva sær undan anti-trust lógunum - tað er hvussu stóran part av kvotunum ein einstakur aktørur kann eiga. 

Kjeldsen skal tí hava keypt kvotur, sum á pappírinum vóru átt av øðrum, men sum hann, sambært ákæruvaldinum, var veruligi eigarin av.

 

Kona og sonur vóru strámenn

Millum annað skulu konan, sonur hennara, ein grannskoðari og sakførari hava verið við til at virka sum strámenn, og verið stjórar í feløgum, sum hava keypt sær kvotur.

Í alt 10 fólk vóru ákærd í málinum. Ein var fríkendur, meðan hini átta vóru dømd bøtur fyri í alt 71 mió krónur, skrivar danskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949

Annað frá KVF