Portugal vil hjálpa Týsklandi

Portugal vil hjálpa Týsklandi
Tað ger landið, tí Týskland sendi fólk til Portugals í februar, tá nógv í landinum vóru sjúk av koronu
 
18.12.2021 - 14:18


Portugal hevur boðið sær at taka ímóti nógvu fólkunum í Týsklandi, sum eru løgd inn á sjúkrahús við koronu.

Tað upplýsir uttanríkisráðið í Portugal sambært Ritzau.

Portugal ynskir at hjálpa Týsklandi við at taka ímóti sjúklingum, sum kunnu fáa viðgerð í Portugal, ella við at senda læknar og sjúkrarøktarfrøðingar til Týsklands, skrivar portugisiska blaðið, Publico.

Portugal er millum londini, har flest fólk eru koppsett fyri koronu, og tá Týskland hjálpti Portugal í vár, tá koronakreppa var í landinum, ynskir Portugal nú at hjálpa Týsklandi, sum er í ringari støðu.

Í februar var støðan ring í Portugal,og tá sendi Týskland fólk frá týsku verjuni, Bundeswehr, at hjálpa heilsustarvsfólkunum í Portugal at viðgera koronusjúklingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488