Kristianna Winther Poulsen á ting fyri Ingilín D. Strøm

Kristianna Winther Poulsen á ting fyri Ingilín D. Strøm
Ein av uppskotsstillarunum í sambandi við málið um sammøður, Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkin, er blivin sjúk, og tí tekur Kristianna Winther Poulsen sæti á løgtingi
Kristianna Winther Poulsen avloysir Ingilín D. Strøm í løgtinginum, nú Javnaðarflokkurin boðar frá, at Ingilín D. Strøm er vorðin sjúk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 11:10

"Ingilín er blivin sjúk, og tí kemur Kristianna Winther Poulsen í hennara sess á ársins síðsta tingfundi í dag kl. 13."

Soleiðis skrivar Javnaðarflokkurin í dagføring á Facebook, nú tað hoyrdist, at eitt løgtingsfólk hevði fingið staðfest koronu. 

Hóast Javnaðarflokkurin ikki beinleiðis skrivar, at tað er er Ingilín D. Strøm, ið hevur fingið staðfest koronu, so ber til at lesa tað millum reglurnar. 

"Vit ynskja Ingilín góðan bata og harmast um, at hon sum uppskotssetari ikki fær verið við til 3. viðgerð av uppskotunum um sammøður," stendur í dagføringini. 

Javnaðarflokkurin ger samstundis vart við, at allar aðrir tinglimir hjá Javnaðarflokkinum hava negativa koronukanning at vísa á, og tí hevur flokkurin boðað umsitingini í Løgtinginum frá, at flokkurin heldur, at tingfundur kann haldast í dag sum ætlað.

 Javnaðarflokkurin endar dagføringina við orðunum. "Samstundis er tað gott, at Kristianna kann møta á tingi og stuðla uppskotunum." 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985