Sild: Íslendingar finnast nú eisini at føroyingum

Sild: Íslendingar finnast nú eisini at føroyingum
Ísland skuldsetir nú eisini Føroyar fyri at hava ásett okkum ov stóra sildakvotu
Íslendingar finnast nú eisini at føroyingum í sildamálinum.
 
26.06.2013 - 10:30
Íslendski fiskimálaráðharrin, Sigurður Ingi Jóhannsson, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hittust í Brønnøysund í Norra, nú árligi fundurin hjá fiskimálaráðharrunum í Norðuratlantshavi var har. 
 
Sigurður Ingi Jóhannsson sigur eftir tann fundin, at norðhavssildin er illa fyri, og stovnurin er minkaður seinastu fýra árini, tí lítið legst aftur at stovninum. Útlitini fyri bata eru heldur ikki góð. 
 
Hann sigur eisini, at Ísland heldur tað vera álvarsligt, at Føroyar hava givið sær nógv størri sildakvotu, uttan at vera komnar við einum einasta vísindaligum prógvi, sum stuðlar upp undir føroyska kravið um meira sild.
 
íslendski fiskimálaráðharrin hevði eisini fund við norska starvsfelagan, Lisbeth Berg-Hansen. Har kom fram, at samráðingar um makrelin verða ikki tiknar upp aftur, fyrr enn eftir stórtingsvalið í september.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329