Betri er blivin betri til at tjena pengar

Betri er blivin betri til at tjena pengar
Fíggjareftirlitið staðfestir, at grundinntøkurnar hjá Betri Banka eru styrktar síðan seinastu eftirlitsvitjan og eru nú omanfyri neyðugu krøvini
Fíggjareftirlitið gevur Betri Banka góð skoðsmál. Bankin dugir betri at tjena pengar nú
Mynd: Savnsmynd  
 
23.12.2021 - 11:21

Betri banki er nú fíggjarliga betri fyri at standa móti hóttafallum í føroyska búskapinum, aftaná at tað seinastu tvey árini er eydnast at styrkja um grundinntøkurnar hjá bankanum. 

Tað er niðurstøðan eftir, at Fíggjareftirlitið í september í ár var á eftirlitsvitjan hjá føroyska bankanum. 

Á síðstu eftirlitsvitjanini, sum var fyri tveimum árum síðan, álegði Fíggjareftirlitið bankaleiðsluni at gera eina frágreiðing um, hvussu hann ætlar at menna inntøkurnar, so hann hevur nóg mikið av pengum at lofta einum hóttafalli í føroyskum búskapi.

 

Fleiri veik lán

Fíggjareftirlitið staðfestir, at grundinntøkurnar eru styrktar síðan seinastu eftirlitsvitjan og eru nú omanfyri neyðugu krøvini. Harumframt er kapitalprosentið hjá bankanum styrkt hesa tíðina. 

Hinvegin eru mongdin av lánum, sum vísa veikleikatekin, fleiri enn fastapunktið, eins og samlaða niðurskrivingarprosentið er hægri enn í líknandi peningastovnum. 

Tí verður álagt bankanum, at nágreina skrivliga handilsmodellið við konstantum mørkum, sum kunnu mátast, fyri váðaøkir av týdningi.

 

Kannað 115 lán

Bankanum verður álagdur nøkur boð innan kredittøkið. Millum annað skal bankin tryggja, at kreditpolitikkurin týðiliga endurspeglar ynskta váðaprofilin hjá stýrinum innan kredittøkið, og politikkurin skal týðiliga avmarka teir váðar, sum bankin kann átaka sær. 

Fíggjeftirlitið kannaði 115 lán hjá bakanum, sum svarar til 21,6 prosent av útláninum. Gjøgnumgondin vísti, at bankin skal hava eitt størri fokus á at tryggja eitt trygt grundarlag fyri avgerðir. Harímillum neyðugur greiningar um bókførdur eginkapitalur er veruligur. 

Eftir eftirlitsvitjanina kann Fíggjareftirlitið staðfesta, at uppgjørdi tørvurin á solvens á 10,4 prosent er nøktandi fyri at dekka váðan hjá bankanum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763