Starvsfelagið: Starvsfólkrættindi verða tveitt fyri borð

Starvsfelagið: Starvsfólkrættindi verða tveitt fyri borð
Um Strandfaraskip Landsins verða gjørd um til eitt alment partafelag, fær tað stórar avleiðingar fyri setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum, sigur Starvsfelagið
Mynd: Savnsmynd  
 
27.12.2021 - 07:23

Løgtingið hevur biðið Landsstýrið um at gera Strandfaraskip Landsins til partafelag.

Meirilutin í Fíggjarnevndini setti eina millión krónur av í fíggjarlógini til at fyrireika lógaruppskot um at stovna partafelagið, Strandferðslan. 

Formaðurin í Starvsfelagnum, Súni Selfoss, heldur ikki, at tað er eitt gott hugskot. 

Hann sigur, at Starvsfelagið hevur havt stórar og afturvendandi trupulleikar við at hjálpa starvsfólki í partafelagnum, Posta. 

 

Eftirkanna sentanarviðurskiftini

Talan er um trupulleikar við at eftirkanna, um setanir eru sambært lóg og sáttmála, og um starvsfólk fáa røtt setanarskriv og rætta løn. 

Og síðst, men ikki minst, vantandi gjøgnumskygni og grundgevingar í sambandi við uppsagnir og burturvísingar.

Formaðurin í Starvsfelagnum sigur bart út, at starvsfólkarættindi verða tveitt fyri borð, og stovnurin, Strandfaraskip Landsins, verður huldur í bølamyrkri.

Samgongan hevur ikki ráðført seg við tey feløg, sum varða av starvsfólkunum, sigur Súni Selfoss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290