- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Samgongan kláraði skerini
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nógv fundarvirksemi hevur verið úti í Tinganesi seinastu dagarnar, fyri at bjarga samgonguni. Jørgen Niclsen, formaður í Fólkaflokkinum, er á veg tvørtur um túnið, meðan Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, og Bill Justinussen, tingbólkaformaður Miðfloksins, sita uppi á loftinum til vinstru og fundast.
Christian Andreasen, tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum, á veg út í Tinganes á fund í Lítlu samgongu, sum fevnir um formenninar og tingbólkaformenninar í samgonguflokkunum.
Fólkaflokkurin skal finna nýggj landsstýrisfólk at fara út í Almannaráðið og Fiskimálaráðið, tí Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir og Jacob Vestergaard søgdu landsstýrissessirnar frá sær, fyri at fara í løgtingið at atkvøða í málinum um sammøður.
Altíð kalt at standa uttan fyri og hyggja inn, sum Christian Andreasen varð noyddur at gera eina løtu úti í Tinganesi. Tað var eisini niðurstøðan av kreppufundinum í Lítlu samgongu, tí politisk prinsippir vórðu slept til framan fyri at varðveita valdið.
Ein stórsmílandi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum. Løgmaður hevði eisini orsøk at brosa, tí eftir fundin var samgongan bjargað frá politiska gravarbakkanum, ið hon hevur staðið á síðani málið um sammøður varð samtykt.
Í nakrar vikur hevur sæð út til, at Bárður á Steig Nielsen fór at missa lyklarnar til Tinganes, og hóast tað var stongt, tá hann skuldi inn til kreppufundin í Lítlu samgongu, so slapp hann loksins inn og fekk bjargað samgonguni.
Hóast samgongan heldur fram, so eru enn stórir spenningar í samgonguni. Johan Dahl er ikki fegin um, at Miðflokkurin enn er í samgonguni, men Johan Dahl ynskir ikki at hála teppið undan sínum egna løgmanni, sum hann málber seg.
Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður í Sambandsflokkinum, helt upprunaliga ikki, at Johan Dahl kundi halda fram í Sambandsflokkinum, um hann ikki stuðlaði samgonguni, sum Sambandsflokkurin var partur av. Men eftir fundin í Lítlu samgongu í dag, so var Johan Dahl framvegis uttanfyri samgonguna, men innanfyri í Sambandsflokkinum. Tað hevur ikki fingið nakra avleiðing fyri Johan Dahl, at hann tók stuðulin til samgonguna aftur.
Semja tykist vera um, at alt ov nógv mál, ið Sambandsflokkurin fór til val uppá, enn ikki eru samtyk, og tað hevur vigað tungt, nú avgjørt er at halda fram við samgonguni millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Bill Justinussen, tingbólkaformaður Miðfloksins, og Jenis av Rana, formaður floksins, lupu rættiliga skjótt frá hóttanini um at slíta samgonguni, um málið um sammøður varð samtykt. Miðflokkurin hevur søguliga stórt vald í løtuni, og tað er eisini ein ólagalig løta at fara til val, um hugt verður eftir veljarakanningunum.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, hevur verið fortalari fyri, at samgongan skuldi halda fram, og tað ger hon so nú, men tað verður sum ein minnilutasamgonga.
Hóast samgongan heldur fram sum ein minnilutasamgonga, so er tað enn sera kalt millum Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum. Men samstundis tryggjar Johan Dahl, at Miðflokkurin og Jenis av Rana kunnu halda fram í samgonguni
Beinir Johannesen á veg á tingbólkafund hjá Fólkaflokkinum í Gamla Apoteki seinnapartin.
Fólkaflokkurin skal velja nýggj landsstýrisfólk at umsita almannamál og fiskivinnumál.
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á veg á fund í Fólkaflokkinum seinnapartin í dag. Jacob Vestergaard segði landsstýrissessin í fiskivinnumálum frá sær, fyri at fara í løgtingið at atkvøða fyri at fella málið um sammøður. Løgmaður hevur sagt, at hann vil ikki hava Jacob Vestergaard út aftur í landsstýrið.
Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, á veg á fund. Heldur ikki hana vil løgmaður síggja aftur í landsstýrinum, so hon skal nú vera við til at finna sín avloysara.
Hvørki Jacob Vestergaard ella Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir angra sína avgerð at skiga landsstýrissessin frá sær, fyri at fara í løgtingið at royna at fella málið um sammøður. Málið um sammøður varð samtykt.
Uni Rasmussen og Jákup Mikkelsen, tingmenn fyri Fólkaflokkin, á veg á fund í Gamla Apoteki.
Nógv bendir á, at tað er eitt opið stríð í Fólkaflokkinum millum Havnina og útjaðaran. Men nógv hoyrist eisini um, at ein stríðsval um formanspostin liggur og ulmar.
Christian Andreasen, tingbólkaformaður Fólkafloksins, og Jørgen Niclasen, formaður, komu beint av fundinum í Lítlu samgongu og á fundin hjá Fólkaflokkinum á Gamla Apoteki. Samgongan hevur funnið stevið aftur, men spurningur er, um Fólkaflokkurin fer at gera tað sama eftir rumblið, ið stóðst av málinum um sammøður.
Valdið hevði meira at siga enn politisku prinsippini, tá alt kom til alt. Samgongan heldur fram.
|