Framvegis eingin avgerð um radaran

Framvegis eingin avgerð um radaran
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur einki svar fingið frá Uttanlandsnevndini
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina í desember, men hann hevur einki frætt frá nevndini síðani.
 
06.01.2022 - 09:46

Eingin avgerð er tikin enn um lofteftirlitsradaran, sum danir vilja hava í Føroyum.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur ikki fingið svar frá Uttanlandsnevndini, sum hann ráðførdi seg við 7.desember í fjør.

Ætlanin var, at Trine Bramsen, verjumálaráðharri, skuldi koma til Føroya 9.desember at tosa um millum annað radaran, men hon kom ikki.

Og enn er ikki ásett, nær hon so kemur.

Annika Olsen og Brandur Sandoy í Fólkaflokkinum vóru bæði í Uttanlandsnevndini, men tey eru ikki longur í tinginum. So har skal flokkurin velja onnur fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286