Heitasta summarið nakrantíð

Heitasta summarið nakrantíð
Samanumtikið var 2021 ikki millum tíggju tey heitastu árini, sum eru máld í Evropa, men sjálvt summarið 2021 var tað heitasta, sum hevur verið
Summarið 2021 var tað heitasta nakrantíð í Evropa
Mynd: Scanpix  
 
10.01.2022 - 14:43

Tøl hjá ES-veðurstovninum Copernicus Climate Change Service vísa, at summar 2021 var tað heitasta, ið Evropa hevur upplivað. 

Serliga juli og august vóru sera heitir í Evropa. Hesar mánaðirnar skolaði ein hitabylgja inn yvir Grikkaland, Spania og Italia. Í Sisilia varð evropeiskt hitamet sett við 48,8 hitastigum, sum vóru 0,8 stig hægri enn gamla metið.

Nógvi hitin við Miðjarðarhavið førdi eisini til skógareldar serliga í Turkalandi, men eisini í Grikkalandi, Italia, Tunesia og Algeria.

Skógareldur

Frítekst tagging: 

Aðrastaðni í Evropa gjørdi ekstrema veðrið eisini um seg í 2021, og í Týsklandi, Belgia og Niðurlondum var ógvuslig vatnflóð.

Bæði vatnflóðin og nógv hitin eru partur av somu mynd av veðurskipanum, sum verða órógvaðar av veðurlagsbroytingum, sigur Copernicus Climate Change Service sambært BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576