Drotningin fekk arktiskan píl úr Føroyum

Drotningin fekk arktiskan píl úr Føroyum
Planturnar skulu setast niður í Koltri, segði løgmaður, tá hann helt røðu fyri drotningini
Frá drotningavitjanini í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.01.2022 - 10:09

50 plantur av Salix arctica - ella arktiskum píli - var gávan, sum løgmaður handaði Margrethu drotning, nú hon hevur sitið á trónuni í 50 ár.

Tær skulu plantast í Koltri, sum verður Føroya fyrsta stóra náttúrufriðøki og rannsóknarstøð, segði løgmaður, tá hann helt røðu fyri drotningini.

Hoyr Bárð á Steig Nielsen her:

1502442

Ætlanin er at pílarnir skulu gróðursetast í 2024, tá endaliga skrásetingin av náttúruni í Koltri er liðug.

Kaj Joensens fekk orðið á Bárð á Steig Nielsen, løgmann, tá hátíðarhaldið var liðugt. 

Sambært løgmanni er tankin við gávuni at endurspegla vaksandi áhugan fyri eini grønari framtíð. Og vónin er, at kongshúsið kann vera við til at planta arktiska pílin í Koltri:
 

1502462

 

Ein av teimum 50 arktisku pílunum, sum Hennara hátign Drotningin fær í gávu. Pílarnir skulu gróðursetast í Koltri, sum partur av Koltursverkætlannini.Ein av teimum 50 arktisku pílunum, sum Hennara hátign Drotningin fær í gávu. Pílarnir skulu gróðursetast í Koltri, sum partur av Koltursverkætlannini.

Í sambandi við gávuna er eisini gjørd ein heilt serlig heimasíða – á donskum – sum greiðir frá Koltursverkætlanini og gávuna til Drotningina. Heimasíðan er: www.koltursplanen.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659