Sleppa ikki í Skúlan á Fløtum, men noyðast í Eysturskúlan í staðin

17.01.2022 - 13:12
InnlendisSamfelag
Sleppa ikki í Skúlan á Fløtum, men noyðast í Eysturskúlan í staðin
Trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráði hevur samtykt nýggjan skúlabygnað
Næmingar í Sankta Frants skúla høvdu væntað at sleppa í Skúlan á Fløtum, men broyttur skúlabygnaður ger, at næmingarnir noyðast í Eysturskúlan.

Hádeildin í Skúlanum á Fløtum minkar við einum flokki og fer úr fimm niður í fýra flokkar.

Samstundis verður ein flokkur aftrat í hádeildini í Eysturskúlanum.

Næmingarnir í Sankta Frans skúla missa sítt framíhjáplass í Skúlanum á Fløtum og skulu í Eysturskúlan í staðin.

Tað hevur trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráði samtykt.

Hoyr samrøðu við Súnu Mørk, forkvinnu í trivnaðarnevndini, í útvarpstíðindunum.

Súna Mørk er forkvinna í trivnaðarnevndini í Tórshavnar býráð. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776