Farmaflutningurin minkar, men postflutningurin stendur í stað

Farmaflutningurin minkar, men postflutningurin stendur í stað
239.000 ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í fjør - meira enn helvtina færri enn metárið 2019
Í fjør vóru tilsamans 3.748 komur og fráferðir á flogvøllinum, 300 færri í enn í fyrraárið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2022 - 08:49

Enn er nakað eftir á mál, áðrenn tølini hjá flogvøllinum koma upp á sama stig sum í 2019, sum var seinasta árið fyri koronu.

Í 2019 vóru 5.649 fráferðir og komur.

Tær vóru 3.748 í fjør og 300 færri í 2020, tá tær vóru 3.448.

 

Farmurin minkar

Farmaflutningurin við flogfari er næstan farin niður í helvt.

Í 2019 vóru 1228 tons av farmi, tey vóru sløk 680 í fjør og knappliga 673 í 2020.

Men posturin stendur at kalla í stað.

Hann var 248,5 tons í 2019, 241 tons í fjør og 255,2 tons í 2020.

 

239.000 ferðafólk

Meira enn helvtina færri ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í fjør enn í 2019.

Í fjør vóru 239.086 ferðafólk, 56,4 prosent færri enn í 2019, tá tey vóru 424.281, sum er met hjá flogvøllinum. 

Men talið í fjør er tó ein triðing størri enn tað var í 2020, tá tað var sløk 180.000 ferðafólk. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Nýggjastu sendingar í SV