Brúkaraprísirnir hækkaðir 3,4 prosent

Brúkaraprísirnir hækkaðir 3,4 prosent
Brúkaraprístalið seinasta ársfjórðing í fjør var 125,8. Oljuprísurin er hækkaður 41 prosent
Prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið hækkaður 41 prosent seinasta árið, vísa tøl frá Hagstovuni.
 
19.01.2022 - 15:16

Brúkaraprísirnir eru hækkaðir 3,4 prosent seinasta árið.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, tá ið hugt verður at brúkaraprísinum fyri fjórða ársfjórðing í fjør samanborið við fjórða ársfjórðing í 2020.

Fjórða ársfjórðing í 2020 var samlaða prístalið 121,6, og í seinastu uppgerðini fyri fjórða ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 125,8. 

Størsta broytingin síðani fíggjarkreppuna

Bæði í Føroyum og aðrastaðni í heiminum er talan um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum, síðani altjóða fíggjarkreppuna fyri umleið 14 árum síðan.

Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum hesaferð. Har er prísvøksturin 11,9 prosent. Prísvøksturin á flutningi var 4,9 prosent, og á hotel- og matveiting 4,1 prosent.

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi, og hava tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. 

Oljuprísurin hækkaður 41 prosent

Eftir at prísir á hesum vørum minkaðu lutfalsliga nógv fyrsta árið við koronu, eru teir hækkaðir áhaldandi seinasta árið.

Eitt nú er prísurin á brenniolju til føroysk húsarhald er seinasta árið hækkaður 41 prosent. Uppgerðin av somu vøru fyri 27 ES-lond vísir, at har hevur meðalvøksturin verið 57 prosent, skrivar Hagstovan.

Sí meira um brúkaraprístalið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221