Fer at viðgera spurningin um staðseting av Veðurstovuni

Fer at viðgera spurningin um staðseting av Veðurstovuni
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni
Andrias Klein Gregoriussen er veðurfrøðingur á Veðurstovuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.01.2022 - 14:15

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer í næstum at gera niðurstøðu um skipan og menning av nýggju Veðurstovuni, og tá verður spurningurin um staðseting eisini viðgjørdur.

Árni Skaale hevur svarað fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Hann spurdi, nær Veðurstovan verður staðsett á flogvøllinum, og um ætlanin er at hava tríggjar eindir, sum verða á flogvøllinum í Vágum, í  Havn og í Klaksvík.

Í løtuni er veðurtænastan skipað undir Vørn.

 

Deildarleiðari byrjaði á nýggjárinum

Í fjør byrjaðu tveir veðurfrøðingar á Veðurstovuni, og 1. januar byrjaði ein deildarleiðari. Ætlanin er, at veðurmenningarbólkurin, sum læt landsstýrismanninum tilmæli og frágreiðing um dagførda veðurtænastu í 2019, skal vera tøkur til ráðgeving eina tíð aftrat.

Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Árni Skaale sigur, at tá ein tíð er liðin, fer hann at taka upp samband við Vørn, deildarleiðaran á Veðurstovuni og veðurmenningarbólkin.

Síðani fer hann at gera niðurstøðu málinum um skipan og menning av tænastuni, eisini skynsamari staðseting av verðurtænastuni, verður sagt í svarinum til Jóhannis Joensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210