Umboð fyri Taliban í Afganistan til Noregs

Umboð fyri Taliban í Afganistan til Noregs
Hungursneyð er í landinum, og fíggjarliga er landið um at fara av knóranum
Síðani Taliban tók valdið í landinum, góvust nærum øll lond at veita neyðhjálp til Afganistan.
Mynd: RitzauScanpix  
 
21.01.2022 - 15:19

Umboð fyri Taliban, stjórnina í Afganistan, koma nú til Noregs á vitjan.

Anniken Huitfeldt, norskur uttanríkisráðharri, sigur, at neyðugt er at tosa við tey, sum í veruleikanum stjórna landinum. 

Tað er fyrstu ferð, síðani Taliban tók valdið síðsta heyst, at umboð fyri Taliban-stjórnina vitja í einum landi í Vesturheiminum, skrivar NRK.

Vitjanin er komin í lag, eftir at umboð fyri Noreg hava hitt umboð fyri Taliban-stjórnina í Kabul. 

- Støðan er sera trupul í Afganistan. Talan er um eina humanitera kreppu, sum rakar nógvar milliónir av fólki. Fyri at hjálpa vanliga fólkinum í Afganistan, má altjóða samfelagið og vanligi afganarin tosa við Taliban, sigur Anniken Huitfeldt. 

Góvust við neyðhjálp

Síðani Taliban tók valdið í landinum, góvust nærum øll lond at veita neyðhjálp til Afganistan.

Í Afganistan er kríggj, størt fátækradømi og ein av ringastu hungurðsneyðunum í 20 ár. Fíggjarliga er landið um at fara av knóranum. 

Altjóða felagsskapir siga, at meira enn helmingurin av teimum 38 milliónunum, sum býr í landinum, líður hungur í vetur. 

Hava einki at gera í Noregi

Tað eru tó ikki øll í Noregi, sum gleðast um, at umboð fyri Taliban koma til landið.

Christian Tybring-Gjedde, framsøgufólk í uttanríkismálum hjá Framsóknarflokkinum, sigur, at umboð fyri Taliban einki hava at gera í Noregi.

- At samráðast við Taliban er at góðtaka, at tey eru tey røttu fólkini, sum stjórna landinum, eins og í londum, sum hava fólkaræði. Tað eiga vit ikki at gera, sigur Tybring-Gjedde.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918