Uttanlandsnevndin á fund mánadagin um eftirlitsradaran

Uttanlandsnevndin á fund mánadagin um eftirlitsradaran
Uttanlandsnevndin fer skjótast tilber at svara, um undirtøka er fyri at byggja radaran á Sornfelli
 
22.01.2022 - 17:51

Bill Justinussen, sum er formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at málið skal avgreiðast so skjótt sum møguligt. Hann hevur annars ongar viðmerkingar um sjálvt nevndararbeiði.

Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum hava loyst av Anniku Olsen og Brand Sandoy í nevndini, halda bæði, at Føroyar eiga at krevja at fáa nakað afturfyri.

Jenis av Rana, sum er landsstýrismaður í uttanríkismálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er ikki rætt at blanda handilspolitikk og trygdar- og verjupolitikk saman. 

- Men, við at samstarva og vísa vælvild, kunnu Føroyar fáa ágóðan seinni, sigur hann. Samráðingarnar um radaran eiga kortini ikki eisini beinleiðis at vera samráðingar um handilsavtalu.

Uttanlandsnevndin fer aftur at viðgera lofteftirlitsradaran seinnapartin mánadagin. Allir flokkar uttan Framsókn og Sjálvstýri eru í Uttanlandsnevndini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026