- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tróndur kennir seg misnýttan
Tað harmar listamannin, Trónd Patursson, at hópframleiddir glasfuglar verða seldir á netinum sum verulig list í hansara navni.
Í veruleikanum kennir listamaðurin seg misnýttan.
"Fuglar hjá Tróndur Patursson til sølu. Boð uppá fuglarnar byrja á 7.000 krónur fyri hvønn fuglin".
Soleiðis ljóðar eitt av mongu uppsløgnum, sum hava verið á Rótikassanum á Facebook seinastu tíðina, har óvanliga nógvir glasfuglar frá Tróndi Patursson eru til sølu.
Talan er tó ikki um veruligu glasfuglarnar, sum vit kenna teir. Talan er um hópframleiðslu, sum er gjørd á glasverkstaðnum hjá Per Hebsgaard á Præstø í Danmark.
Og listamaðurin sjálvur sær ikki fuglarnar sum listarverk.
Veruliga søgan er, at glasverksmiðjan hjá Per Hebsgaard á hvørjum ári ger jólagávur fyri eina stóra fyritøku í Danmark. Fyritøkan gevur síðani gávurnar til samstarvsfelagar.
Per Hebsgaard og Tróndur Patursson hava leingi samstarvað, og einaferð áður hevur Tróndur gjørt nakrar skálir og vasar, sum stóra fyritøkan skuldi geva sum gávur.
Hesaferð vóru aftur boð eftir Tróndi Patursson. Fyritøkan skuldi hava 900 glasfuglar.
Tróndur Paturrson og sonurin, Brandur Paturrsson, tóku uppgávuna á seg og fingu tilsamans 300 túsund krónur fyri hana.
Fuglarnir verða nú seldir á rótikassanum fyri minsta boð uppá 7.000 krónur. Taka vit hetta sum veruliga prísin, so eru teir 900 fuglarnir verdir 6,3 milliónir krónur í søluvirði. Og hetta er nakað, sum listarmaðurin heldur vera púra burturvið.