Hvøssu kantarnir slípaðir burtur

Hvøssu kantarnir slípaðir burtur
Estetiskur fimleikur er vakur, men krevur nógvar venjingartímar og grótharða disiplin. Tað vita kvinnunglingarnir hjá Støkk og HF, sum fyrireika seg til fyrru steypakappingina
24.01.2022 - 10:55

Tað sær vakurt út, tá fimleikararnir flyta seg í nærum fullkomnum samspæli á pallinum, men tað krevur nógva venjing og grótharða disiplin.

Tað vita kvinnunglingarnir hjá Støkk og Havnar Fimleikafelag alt um. Liðini bæði leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til fyrru steypakappingina í estetiskum fimleiki, sum verður næsta vikuskifti.

 - Vit eru so tætt uppundir kapping, so tað er serliga serian, sum verður væl vand nú, sigur Hansa Tróndargjógv, venjari hjá Rósuni, sum liðið úr Støkk kallast. 

Eisini í Bjallu úr Havnar Fimleikafelag verður nógv orka løgd í síðstu fyrireikingarnar, og tað er krevjandi fyri íðkararnar, sum eru nýggir í kvinnuunglingadeildini.

 - Alt skal flóta nú. Tann fyrsta rørslan, sum byrjar, endar ikki fyrrenn sangurin er liðugur, sigur Birita Ingadóttir, venjari í Havnar Fimleikafelag.

 - Tú skalt hava góða konditión, tú skal vera sterkur og tú skalt vera kimiligur fyri at kunna klára alt hetta, men tað er sjálvandi nakað, sum tú hevur fyrireika frá barnsbeini, leggur hon afturat.

Korona hevur órógvað

Liðini fóru undir venjingina í heyst, tá tey fingu seriurnar, men fyrireikingarnar hava ikki gingið eftir vild. Korona hevur órógvað illa síðstu mánaðirnar, og fimleikarar og venjarar hjá báðum liðum hava verið raktir av sjúku og sóttarhaldi.

 - Vit vóru við í eini jólakapping í desember, og hava verið hart raktar síðan ta kappingina. Vit hava verið illa mannaðar, men hetta eru fimleikarar, sum veruliga brenna fyri hesum, so vit hava funnið loysnir. Onkuntíð hava vit vant online á zoom, greiðir Hansa Tróndargjógv frá.

Tær á Bjallu hava eisini vant eftir førimuni, og nú skulu liðini á gólvið at kappast, og venjarin hjá Havnar Fimleikafelag vónar, at tað verður frammanfyri eini áskoðarafjøld.

 - Hondbóltur og fótbóltur hevur havt áskoðarar næstan alla tíð, so eg vóni, at vit eisini sleppa at fáa áskoðarar og ta eyka stimbranina, tá vit framføra, sigur Birita Ingadóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254