Fyrsti tingfundurin í ár verður seinnapartin

Fyrsti tingfundurin í ár verður seinnapartin
Løgtingið fer m.a. at atkvøða um eitt uppskot um vælferðartænastur
Fyrsti tingfundurin í hesum árinum verður í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2022 - 08:49

Fyrsti tingfundurin í ár er seinnapartin í dag.

Tvey mál eru á dagsskránni.

Annað er uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur.

Tjóðveldi eigur uppskotið og atkvøðast skal um tað í dag.

 

Bíða eftir arbeiðsbólki

Meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongan, tekur ikki undir við uppskotinum, hóast, sambært honum, nógvir viðkomandi tættir eru í uppskotinum.

Meirilutin fegnast um, at samgongan hevur sett sær fyri at kanna nógvar av hesum spurningum longu nú. 

Ein arbeiðsbólkur við fólkum úr nøkrum aðalráðum viðger hesar spurningar og kemur við einum áliti fyrst í hesum árinum, sigur meirilutin, sum vil bíða eftir tí.

Og Fíggjarmálaráðið vil lækka aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika úr 15 árum niður í 13 ár.

 

Samferðslupakkin til viðgerðar hósdagin

Seinnapartin hósdagin skal løgtingið viðgera samferðslupakkan hjá landsstýrinum.

Talan er um fýra lógaruppskot.

Landsstýrið ætlar at hækka prísin á bensini, dieseli og tungolju 13 oyru liturin.

Og 300 kr. verða lagdar omaná vegskattin, tó ikki fyri legu- og viðfestivognar og motorsúkklur.

Hækkingin skal koma í gildi 1.juli.

Hesar avgjaldshækkingar smakka ikki væl hjá øllum í samgonguni. 

Farmagjøld skulu fíggja avloysaraskip

Farmagjøldini hjá Strandfaraskipum landsins skulu eisini hækka fyri at fíggja avloysaraskipið, sum skal keypast fyri Smyril. 

Eitt annað uppskot er, at eingin serligur ferðastuðul verður latin, tá ferðast verður í undirsjóvartunlum. 

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin verða ókeypis at brúka, sigur landsstýrið í samferðslupakkanum.

Og ætlanin er at selja partabrøv hjá landinum í partafeløgunum Tjaldri og Smyril Line.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV