Sangarin í System of a Down fortelur føroyskum børnum um fólkadráp

Sangarin í System of a Down fortelur føroyskum børnum um fólkadráp
Ljós verður varpað á fólkadrápið í Armenia í 1915 í sambandi við Holocaustdagin 27. januar. Nám hevur fingið heimskenda Serj Tankian úr System of a Down at hjálpa sær
Heimskendi Serj Tankian, sum er sangari í System of a Down, fortelur føroysku børnum um fólkadrápið í heimlandið hansara, Armenia
Mynd: Nám  
 
25.01.2022 - 22:47

Á Holocaustdegnum, sum er hósdagin 27. januar, fer Nám at varpa ljós á landið Armenia, og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915.

Hetta er fyrsta fólkadráp í 20. øld. 

Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin, tá evnið var Bosnia. 

Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið SALT, haðani stroymt verður.

 

Heimskendur sangarin greiðir frá

Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down.

Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.

Serj Tankian hevur lovað armenska abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum.

Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj vóru yvirlivarar. 

Um nakar ivast, hvør System of a Down er, so er eitt video við kenasta sanginum hjá bólkinum. Yvir ein millard spælingar á Youtube. 

 

Temasíða og stroyming

Nám hevur gjørt eina opna temasíðu við tilfari um Holocaustdagin. 

Øll kunnu fygja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salti hósdagin kl 10:00-11:30.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585