Løgreglan upp í málið um veitslurnar hjá Boris Johnson

Løgreglan upp í málið um veitslurnar hjá Boris Johnson
Kannað verður, um brot eru framd á koronuásetingarnar í bústaðnum hjá bretska forsætisráðharranum
Boris Johnson, forsætisráðharri, er undir stórum trýsti, nú tað er komið undan kavi, at hann hevur verið við í fleiri veitslum, samstundis sum strong koronuátøk vóru sett í verk í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.01.2022 - 11:22

Gølur í sonevndu "party-gate" í Bretlandi koma framvegis undan kavi.

So seint sum mánadagin varð aftur ein veitsla avdúkað, ein føðingardagsveitsla, sum varð hildin í forsætisráðharrabústaðnum í Downing Street, og sum Boris Johnson var í. 

Innanduraveitslur vóru bannaðar, tá ið veitslan var hildin. Hetta var í juni 2020, sambært ITV News.

Í gjár boðaði løgreglan í London frá, at hon kannar møgulig brot á koronuásetingarnar í bústaðnum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra.

Tað váttar talsfólk fyri løgregluna í London.

- At vit kanna málið, merkir tó ikki, at øll, sum hava verið í veitslu, verða revsað, sigur Cressida Dick, sum annars ikki vil siga meira um kanningarnar.

Í sonevndu "party-gate" er fleiri avdúkingar komnar undan kavi um veitslur, sum umsitingin hjá stjórnini skal hava hildið.

Í løtuni er ikki greitt, júst hvørjar veitslur løgreglan kannar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373