Ikki nóg nógvar upplýsingar at taka málið uppaftur

Ikki nóg nógvar upplýsingar at taka málið uppaftur
Vinnukærunevndin hevur endaliga staðfest avgerðina hjá Jarðfeingi um at geva SEV loyvi at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga í Suðurstreymi
Vinnukærunevndin sigur, at í umsóknini um uppafturtøku eru ikki slíkar upplýsingar, sum geva nevndini grundarlag fyri at taka málið uppaftur.
 
05.07.2013 - 08:15
Bara ein nýggj upplýsing var við í umbønini um at taka málið uppaftur. Og hon var ikki avgerandi. Tí viðgjørdi Vinnukærunevndin ikki kæruna hjá smápartafelagnum Vindrøkt av nýggjum. 
 
Vinnukærunevndin hevur tí endaliga staðfest avgerðina hjá Jarðfeingi at geva einum felagi, sum SEV og Magn fara at stovna, loyvi at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga í Suðurstreymi. Vinnukærunevndin sigur í niðurstøðu sínari, at bara ein nýggj upplýsing er komin frá Vindrøkt. 
 
Løgdu upp fyri óvæntaðum útreiðslum
 
Vindrøkt sigur, at felagið í umsókn sínari legði upp fyri óvæntaðum útreiðslum. Talan er um 8,25 miljó. kr., sum eru við í íløgukostnaðinum, sum er 110 miljó. kr. Her er talan um eina nýggja upplýsing, sigur Vinnukærunevndin. Men hon er tó ikki mett at geva grundarlag fyri uppafturtøku, tí hon kann ikki broyta avgerðina, sum er tikin.  
 
Heildarkostnaðurin í tilboðnum er avgerandi, ikki hvussu hvør upphædd er nevnd í tilboðnum, sigur Vinnukærunevndin. Vinnukærunevndin sigur, at í umsóknini um uppafturtøku eru ikki slíkar upplýsingar, sum geva nevndini grundarlag fyri at taka málið uppaftur. 
 
Hendan avgerðin hjá Vinnukærunevndini er tí endalig í fyrisitingini. Men hon kann leggjast fyri Føroya rætt.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595