Portugisiska stjórnin hórar undan

Portugisiska stjórnin hórar undan
Hóast fleiri ráðharrar hava lagt frá sær, er politiska støðan trygg, sigur forsætisráðharrin
Pedro Passos Coelho, forsætisráðharri, sigur, at politiska støðan í Portugal er trygg.
 
05.07.2013 - 10:30

Í gjárkvøldið eydnaðist samgongustjórnini í Portugal at semjast um eina avtalu, sum ber í sær, at stjórnin hórar undan.

- Avtalan tryggjar støðufesti hjá stjórnini, sigur Pedro Passos Coelho, forsætisráðharri, eftir ein fund við forsetan, Anibal Cavaco Silva.

Forsætisráðharrin segði, at hann er sannførdur um, at politiska støðan er trygg, hóast bæði fíggjarmálaráðharrin hevur lagt frá sær. Uttanríksiráðharrin, Paulo Portas ætlaði eisini at leggja frá sær, men forsætisráðharrin sýtti umbøn hansara.

Stjórnin kanska umskipað

Portas er formaður í minsta stjórnarflokkinum í samgongustjórnini. Portugisisk bløð skriva, at forsætisráðharrin fer kanska at umskipa stjórnina, og tá fær Paulo Portas helst ábyrgdina av búskapinum í landinum, og tað er Portas nøgdur við.

Sosialistiski andstøðuleiðarin í Portugal, Antonio Jose Seguro, hevur heitt á forsetan um at útskriva val sum skjótast. Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, hevur eisini heitt á portugisisku stjórnina um at loysa politisku støðuna. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860