Lavrov: Russland vil ikki hava kríggj

Lavrov: Russland vil ikki hava kríggj
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at svarini frá USA eru betri enn tey frá Nato
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.01.2022 - 14:39

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, sigur í dag, at verður tað, sum Russland vil, so verður einki kríggj við Ukraina. 

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Men Lavrov leggur aftrat, at Russland fer ikki at góðtaka, at eingin lurtar eftir russiskum áhugamálum og krøvum. 

Royndi politikarin sigur í dag, at svarini frá USA um russisku trygdarkrøvini eru betri enn svarini frá Nato.

Lavrov skal eftir ætlan á fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, í næstum

Franski forsetin, Emmanuel Macron, skal eftir ætlan seinni í dag hava telefonfund við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949