Danmark vann EM-bronsu

Danmark vann EM-bronsu
Danska hondbóltslandsliðið við monnum vann EM-bronsudystin móti Fraklandi 35-32. Dysturin var eisini tað seinasti hjá legenduni Lasse Svan
Lasse Svan takkaði fyri seg á danska landsliðnum við einari EM-bronsu
Mynd: Ritzau-Scanpix  
 
30.01.2022 - 16:24

Málið hjá sterka danska manslandsliðnum var at vinna EM, men tað kiksaði móti snildu spaniólunum í hálvfinaluni. 

Tískil skuldi Danmark spæla bronsudystin móti Fraklandi, sum vann á Danmark í millumspælinum. 

Bronsudysturin gjørdist sera spennandi, tí tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn Danmark streyka avstað við sigrinum. 

 

Jakob Holm dagsins leikari

Danska liðið var nógv skert, tí heimsstjørnan hjá dønum, Mikkel Hansen, var skaddur og fekk ikki spælt dystin. Og so bleiv ilt verri, tá stjørnuskotið, Mathias Gidsel, bleiv illa skaddur. 

Men so traðkaði Jakob Holm veruliga til og syrgdi við tíggju málum fyri, at Danmark ikki bleiv trumlað niður av sterka franska liðnum, ið byrjaði bronsudystin væl. 

Samstundis spældi Niklas Landin kanska sín besta dyst í málinum.

Og tá Danmark hevði brúk fyri nøkrum málum, sendi Nikolaj Jacobsen unga Hans Aaron Mensing á vøllin, og rættiliga óroyndi landsliðsspælarin vísti, at í hansara høgra armi býr eitt øgiligt skot. 

 

Svanasongurin hjá Svan

Dysturin hevði týdning fyri Danmark, tí talan var um síðsta landsdystin hjá høgra vonginum Lasse Svan. 

Og hóast Jóhan á Plógv Hansen, sum øll vænta skal avloysa Lasse Svan á høgra vongi, spældi stóran part av seinna hálvleiki, so sendi venjarin Lasse Svan á vøllin, tá dysturin skuldi avgerðast. 

Lasse Svan fekk eisini ein avgerandi leiklut við tveimum málum, ið gjørdu, at dysturin endaði við janvleiki 29 - 29. 

Í longdu leiktíðin høvdu donsku leikararnir meira orku, og vunni hana við 6-2, so endaliga úrslitið bleiv 35-32. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210